Nýggjársaftan var eitt sera positivt ummæli av einum túri til Føroya kunngjørt í San Diego, USA.
Undir yvirskriftini »Villu, siðbundnu Føroyar« verður ferðamannalandið Føroyar hálova frá fyrsta til seinasta bókstav. Umframt sera góða ummæli eru ein rúgva av myndum og eitt videobrot úr eini Grotto-konsert, sum skonnartin Norðlýsið plagar at sigla til um summarið.
Brot úr ferðafrásagnini:
»Tá tú situr í USA mitt um summarið, er tað torført at ímynda sær, at tú mást pakka handskar og heitar húgvur til føroyska veðurlagið. Men ger tað. Serliga til túrar á havinum. Tann helst kølnasta - myndaliga talað - upplivingin, eg nakrantíð havi havt, var at fara við skonnartini Norðlýsið út úr Havnini til eina konsert í einum helli. Tú fert tá við eini veruligari, gamlari skonnart út til eitt helli, og síðani verða bjargingarbátar nýttir til at føra fólk innar. Inni í hellinum spæla tónleikarar í ótrúligum akustikki og umhvørvi.«
Høvundurin nevnir eisini Mykines, Koks og Gjáargarð, sum nakað, ið skal upplivast.
Kelda: San Diego Reader










