– At Føroyar nú sita við borðið, har sum avgerðirnar verða tiknar í europeiskum talvhøpi, letur upp fyri nógvum møguleikum fyri føroyskari telving.
Tað sigur formaðurin í føroyska talvsambandinum, Finnbjørn Vang, sum í gjár varð valdur til varaforseta í europeiska talvsambandinum, ECU.
Hetta hendi í Tromsø, har talv-olympiada eisini er í hesum døgum, og har eydnaðist Finnbjørn og hansara samstarvsfelagum at vinna so mikið av atkvøðum, at teir nú skulu stjórna europeiskum talvi tey næstu árini.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Finnbjørn Vang, varaforseta í ECU.










