Føroyar á gáttini til Turkalands

Í dag fekst endalig semja um sáttmálatekstin í komandi fríhandilssáttmála millum Føroyar og Turkaland.

Føroyar og Turkaland eru á gáttini at undirskriva ein fríhandilssáttmála. Seinastu tveir dagarnar hava samráðingarfólk frá uttanríkistænastuni og TAKS samráðst við turkiska samráðingarnevnd í Ankara.

 

Tað sigur løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi.

 

Lagt verður aftrat, at seinnapartin í dag eydnaðist pørtunum endaliga at semjast um sáttmálatekstin í komandi fríhandilssáttmála millum Føroyar og Turkaland.

 

- Hetta er eitt veruligt frambrot, tí tað eru heili 15 ár síðan, at samráðingartilgongdin byrjaði. 


- Turkaland er ein stórur og vaksandi marknaður fyri bæði laks og uppsjóvarfisk. Í løtuni er okkara útflutningur til Turkalands nógv tarnaður av høgum tolli á uppsjóvarfiski og laksi. ES og EFTA hava fríhandilssáttmála við Turkaland.

 

Løgmaður, Kaj Leo Johannesen, sigur, at hetta er orsøkin til, at okkara útflytarar hava havt torført við at kappast við eitt nú íslendingar, norðmenn ella skotar. Vónandi verður hetta skjótt søga.

 

- Komandi fríhandilssáttmálin við Turkaland, tá hann er undirskrivaður og settur í gildi, tryggjar føroyskum fyritøkum tollfría marknaðaratgongd fyri allar vørur av týdningi fyri Føroyar, sigur løgmaður, Kaj Leo Johannesen.

 

Myndin er av Varðanum Pelagic á Tvøroyri, ið keypir og frystir uppsjóvarfisk.