Sunnukvøldið koma 11 av teimum 29 limunum í Føroyanevndini hjá danska fólkatinginum á vitjan í nakrar dagar, til seinnapartin hósdagin, tá nevndin fer av landinum aftur.
Hetta er fasta vitjanin, nevndin plagar at hava í Føroyum annaðhvørt ár, fyri at fáa sett seg inn í føroysk viðurskifti, tí nevndarlimirnir eru teir, sum vegna flokkarnar í danska fólktinginum úttala seg um Føroyar og føroysk mál.
Umframt teir 11 nevndarlimirnar, sum koma sunnukvøldið, verða eisini teir báðir føroysku fólkatingsmenninir, Sjúrður Skaale og Edmund Joensen, við í fylginum, og teir eru eisini eru limir í nevndini.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr formannin í Føroyanevndini, Sjúrð Skaale, greiða frá vitjanini í næstu viku.