Føroyanevndin í samráð um boykott

Føroyanevndin hjá Fólkatinginum hevur boðsent Morten Bødskov, løgmálaráðharra, og Karen Hækkerup, matvøruráðharra, í samráð um føroyska silda- og makrelstríðið. Samráðið verður í dag klokkan 12 føroyska tíð, og tað kann síggjast beinleiðis á sjónvarpinum hjá Fólkatinginum VIÐ AT TRÝSTA HER

 

Føroyanevndin hevur millum annað biðið løgmálaráðharran greiða frá:

 

• hvussu tiltøkini móti Føroyum kunnu sameinast við grundlógina og heimastýrislógina og

 

• hvørja áskoðan ráðharrin hevur til tað, sum løgmaður hevur sagt um, at ríkisfelagsskapurin er í álvarsligum vanda av hesum tiltøkum.

 

Og nevndin vil hava matvøruráðharran at greiða frá:

 

• hvørja støðu Danmark hevur í ES, um stjórnin noktar at seta tiltøkini í verk ímóti Føroyum.

 

• Hvønn og hvat verður umfatað av tiltøkunum

 

• Hví Danmark atkvøddi ímóti tiltøkunum móti Føroyum, tá stjórnin er samd í prisippinum um, at fiskikvotur skulu haldast.

 

• Hvørji stig ráðharrin fer at taka fram til 1. september fyri at sleppa undan at Danmark skal boykotta Føroyar.

 

• Um stjórnin fer at veita føroyskum fiskimonnum endurgjald, sum líða tap av tiltøkunum hjá Danmark.

 

Samráðið verður tikið upp til sjónvarp og verður sent beinleiðis á heimasíðuni hjá Fólkatinginum TRÝST HER. Tá samráðið er liðugt kann tað eisini síggjast undir »TV fra Folketinget«.