EB/Streymur hevur tryggjað sær Kristian Joensen til komandi kappingarár. Málverjin hevur verið í KÍ seinnu árini, men í ár endaði hann á bonkinum. Kristian Joensen skal nú avloysa Rói Zachariasen, sum er farin til AB.
EB/Streymur skrivar:
Kristian Joensen er okkara!✍️
Kristian fyllir 29 seinni í mánaðinum og er uppvaksin á Glyvrum. Tó hevur hann seinastu árini leikt við KÍ, og varð millum annað kosin ársins málverji í 2016 og 2019. Kristian hevur, sambært FaroeSoccer, leikt 191 dystir í Betri deildini, umframt 101 í 1. deild, 29 í kappingini um løgmanssteypið og 14 dystir í Champions League og Europa League.
Til stuttleika kann nevnast, at Kristian longu hevur spælt ein dyst fyri EB/Streym í Betrideildini, tá hann í summar bráfeingis varð leigaður til heimadystin móti B36.
Kristian hevur verið úttikin til øll landsliðini hjá Føroyum og verður, hóast sín lutfalsliga unga aldur, roknaður sum ein av royndastu málverjunum í føroysku kappingini.
Felagið ynskir Kristian bestu eydnu komandi ár og gleðist um, at valið fall á okkum.











