Føroyameistarakappingin í leirdúgvuskjóting

Um vikuskiftið fara FM kappingarnar í leirdúgvuskjóting av bakkastokki.

Byrjað verður leygardagin 12. august úti á Vík í Leirvík, har FM vinnarin í American Trap skal finnast.

 

Vikuskiftið eftir tann 19-20. august skal vinnarin í OL trap finnast. Tann kappingin verður á breytini á Sandvíkum í Tórshavn.

 

Seinasta FM kappingin í ár, verður í OL skeet í døgunum 26-27. august. Fyrri dagurin er við Norðskála, og seinni dagurin á Sandvíkum í Tórshavn.

 

Beinleiðis dagføring við úrslitinum, verður á síðuni hjá Skjótisamband Føroya. Leinkjan er: https://skot.fo

 

##med2##