Føroyahúsið í Keypmannahavn umvælast

Seinastu árini hevur leiðslan í Føroyahúsinum á Vesterbrogade í Keypmannahavn arbeitt miðvíst fram ímóti at fáa pening játtaðan til eina nútímansgerð av hølunum.

 

Í fjør eydnaðist tað at útvega stuðul til hesa verkætlan, og húsið letur tískil aftur í komandi viku vegna umvælingararbeiði.

 

Hetta vil við øðrum orðum siga, at tá ið fólk koma á gátt aftan á summarfrítíðina, verða hølini í nýggjum hami.