Føroya Tele søkir eftir nýggjum stjóra

Ein av toppsessunum í føroyska vinnulívinum skal setast .

- Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi stjórastarv í einari sterkari og ábyrgdarfullari fyritøku við eldhugaðum og tænastusinnaðum starvsfólkum, ið tillaga seg tær broytingar, sum støðugt henda á marknaðinum.


Soleiðis ljóðar ein partur av lýsingini til stjórastarvið í Føroya Tele, nú felagið søkir nýggjan stjóra.


Talan er uttan iva um ein av tyngstu sessunum í føroyska vinnulívinum. Í fyritøkuni starvast 250 starvsfólk, og hevur síðsti árini havt stór yvirskot.


Í lýsingini verður eisini víst á, at viðkomandi skal taka við leiðsluna av eini fyritøku, ið hevur ein týðandi leiklut í samfelagnum.


- Nýggi stjórin skal sostatt vera eitt sterkt umboð fyri Føroya Tele og Føroyar sum heild og eigur at skilja týdningin og leiklutin hjá samtakinum í føroyska samfelagnum.


Harumframt verður væntað av nýggja stjóranum, at viðkomandi hevur hollar royndir sum leiðari, hevur eyðsýndar leiðslueginleikar og ein sjónligan og nærverandi leiðslustíl.


Føroyar Tele søkir eftir nýggjum stjóra aftaná at gamli stjórin, Kristian R. Davidsen, gavst fyrr í summar.