Føroya Tele fingið 40.000 krónur í bót

Brúkaraumboðið meldaði Føroya Tele fyri ólógliga marknaðarføring

Fútin hevur sektað Føroya Tele fyri villleiðandi marknaðarføring.

 

Í hesum sambandi fekk telefyritøkan eina bóta á 40.000 krónur fyri at bróta marknaðarføringslógina.

 

Bótin er goldin fyrr í ár og Brúkaraumboðið boðar í dag frá, at nú er málið endað.

 

Bótin er fyri upplýsingarnar í einum lýsingablaðið hjá Føroya Tele

 

- Tann 24. oktober 2010 varð lýsingablaðið hjá Føroya Tele, Títt Tele, borið út til húsarhaldini um landið, sigur Brúkaraumboðið.

 

- Í blaðnum vóru m.a. trý tilboð, har talan var um fartelefon, telefon og teldu, ið vórðu seld saman við einum haldi við bindingstíð í seks mánaðir.

 

- Samlaði prísurin fyri tilboðini var ikki upplýstur. Men í samband við vinnuligt útboð av vørum til brúkarar skal við merking, skelting ella á annan hátt týðiliga upplýsast um samlaða prísin fyri vøruna.

 

Brúkaraumboðið metti út frá hesum, at talan var um villleiðandi marknaðarføring.

 

Málið varð tí fráboðað løgregluni. Føroya Tele hevur goldið bótina og málsviðgerðin endar tí við hesum.