Í dag hevur tyrlan flogið nakað av útgerð niðan, sum skal brúkast til eitt Tele-hús, teir kalla.
Televarpið hevur antennu á Klakki og onnur samskiftiskervi eisini. Kanska skal FM-netið flytast á Klakk seinni. Men har er so mikið nógv av útgerð og útbúnaðurin, sum hoyrir til hesar ymisku antennur, at hildið verður at útgerðin hevur tað betri av at vera inni í einum húsi.
Við hesum verður eisini vónað, at veitingin verður tryggari um veturin, tá ið veðrið leika á – Í øllum førum verður lættari at viðlíkahalda og umvæla við serligum húsið, ætlað til endamálið, verður sagt av Føroya Tele, sum nú byggir enn meira út á Klakki í Klaksvík við serligum Tela-húsi.
Tekst og Myndir: Dávur Winther