Føroya symfoniorkestur spælir barnakonsertir

Føroya Symfoniorkestur og Jákup Dahl Wardum framføra søguna um Tubbinu

Sjónleikarin, skemtarin og frásøgumaðurin, Jákup Dahl Wardum, fer saman við Føroya Symfoniorkestri at siga søguna um Tubbinu. 

 

Søgan snýr seg um eina tuba, sum spælir í orkestrinum. Tubina er troytt av at spæla somu tveir tónarnar, og at hon ongantíð sleppur at spæla eitt ordiligt lag.

 

Tubbina fer síðan á ævintýraferð, tí hon vil so fegin royna at spæla eitt lag. Súsanna Tórgarð hevur týtt søguna til føroyskt. 

 

Ein almenn konsert verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og ein almenn konsert verður í Norðurlandahúsinum. Umframt almennu konsertirnar verða níggju konsertir fyri barnagørðum og skúlum. 

 

Atli K. Petersen hevur útsett tveir nýggjar føroyskar sangir fyri symfoniorkestur, og á skránni vera eisini onnur løg, sum tey flestu ivaleyst kenna væl. 

 

Føroya Symfoniorkestur gleðir seg til hugnaligar og stuttligar konsertir saman við teimum yngstu áhoyrarunum. 

 

Dirigentur: Bernhardur Wilkinson 

 

(Tíðindaskriv)