Føroya Symfoniorkestur í Hørpu

Orkestrið hevur 30 ár á baki og fer á konsertferð til Íslands.

Í oktober fer Føroya Symfoniorkestur, ið hevur 30 ár á baki,  á ferð til Íslands.

 

 Konsertir verða í Menningarhusið HOF, Akureyri, tann 21. oktober, og í stásiliga mentnarhúsinum Hørpu í Reykjavík tann 23. oktober.

 

Á skránni er verk eftir Sunnleif Rasmussen, ið er skrivað til høvið, og Tchaikovsky pianokonsert No 1.

 

Solistur á piano verður Pavel Raykerus. Eisini er Enigma variations eftir  Edward Elgar á skránni.

Bernharður Wilkinson stjórnar Føroya Symfoniorkestri.