Neyvan nakrastaðni í Føroyum hava teir so stórar eplaveltur sum á Sandi. Tað eru fleiri, sum velta epli til húsbrúks, men tað eru eisini bóndur, sum seta eitt ella tvey tons av seteplum niður um árið.
Jóannes Johannessen - Jóannes í Miðstovuni - sum er maðurin í bilinum á myndini, sigur, at hann seinnu árini gjarna hevur sett síni epli niður um hálvan mai. Hann vísir á, at um eplini fara ov tíðliga í jørðina, er skjótt, at alt verður tað bera ókrút.
- Vit seta bæði oleva og folva niður, og ymisk er, hvørji epli roynast betri. Ymiskt er eisini, hvørji epli fólk vilja hava. Vit hava hvít epli, og vit hava reyð epli, og vit selja væl av báðum sløgum. Fólk eru fegin um føroysku eplaframleiðsluna.
Jóannes í Miðstovuni sigur, at velt verður ongantíð á sama stað fylgjandi ár, men gjarna ganga nøkur ár, áðrenn velt verður í somu veltu aftur. Alt verður gjørt við maskinum, og tað tekur umleið ein dag at seta eini tvey tons av eplum niður.










