Seinasta fríggjadag hevði Team ?85 móttøku. Hetta var í sambandi við, at teir í seinastuni hava framt stórar umbyggingar, so teir vildu vísa viðskiftafólki, hvørjar umstøður teir hava at arbeiða undir, og hvørjar uppgávur teir sum reklamufyritøka megna at gera.
Team ?85 er størsta reklamufyritøka her á landi, har starvast 11 fólk. Fyritøkan megnar at gera alt arbeiði innanfyri reklamur t.v.s prentlutir, dekoratión, blaðlýsingar, sjónvarpslýsingar og heimasíður.
Fyritøkan leggur dent á at veita eina so professionella tænastu sum gjørligt.
Fríggjadagin varð eisini nýggja búmerkið hjá fyritøkuni alment tikið í nýtslu: Hetta búmerki sær gott út og er nýtíðarhóskandi.
Leiðari í fyritøkuni er Petur Slyne, sum er 26ára gamal. Hann hevur áður starvast á reklamudeildini hjá Faroe Seafood.