Føroya størsta ítróttartiltak

Á miðdegi í dag høvdu 1600 kvinnur melda seg til árligu kvinnurenningina, sum Bragdið skipar fyri.

Røðin var long inni í Thomas Dam Ítróttur í miðbýnum í Havn í dag, har kvinnurnar heintað síni byrjunartøl. 1600 kvinnur svarar til um 8% av øllum landsins kvinnum, og er hetta Føroya størsta einstaka ítróttartiltak, sambært fyriskiparunum. Talið av luttakarnum hevur svingað nakað hesi árini, men tá væl viðrar hava gott og væl 2000 kvinnur luttikið.

 

Eins og undanfarin ár verður byrjað uppi á Tórsbreyt og í ár verður málið niðri á Vaglinum. Tveir teinar eru, annar 5 kilometrar, sum gongur av Tórsbreyt, oman eftir Eystara Ringvegi og Yviri við Strond, Undir Bryggjubakka og so niðan eftir Áarvegnum og Tórsgøtu til Vaglið.

 

Hin teinurin er 2,5 kilometrar, av Tórsbreyt og niðan eftir Norðara ringvegi, oman eftir Gundadalsvegnum, fram við Havnará gjøgnum viðarlundina og so omaneftir Niels Finsensgøtu oman á Vaglið.

 

Veðurfrøðingarnir boða frá góðum veðri í morgin, so umstøðurnar skuldu verið góðar. Fyrireikararnir siga frá, at enn ber til at melda seg til kappingina, við at koma oman í Thomas Dam Ítróttur í miðbýnum.