Føroya løgting skal ikki arbeiða í blindum

Framsókn krevur, at Føroyar fáa fult innlit í danskan trygdarpolitikk, tá ræður um Føroyar og Arktis, soleiðis at Føroya løgting ikki arbeiðir í blindum.

##med2##

 

Í gjár hevði Framsókn framløgu av valskránni, nú flokkurin hevur stillað fimm fólk upp til fólkatingsvalið komandi. Í tíðindasending á FM1 í gjár spurdi Árni Gregersen forkvinnuna í Framsókn, Ruth Vang, hvat flokkur hennara ætlar at gera á Fólkatingi, um tey fáa umboð á valinum.

 

Hvat ætla tit á Fólkatingi? 

 

- Vit hava í okkara valskrá tikið støðið í hesi vanlukkuligu aktuellu støðuni, sum vit hava í Evropa. Ikki síðan múrurin fall í 1989 hevur verja ikki verið annað enn eitt abstrakt hugtak, men nú er trygdar-og verjupolitikkur tíverri vorðin veruligur aftur. 

 

Ruth Vang vísir á, at hetta er nakað, vit í Føroyum ikki ráða yvir. 

 

- Tí halda vit, at verju-og trygdarpolitikkur er sera viðkomandi, og tað er serliga hetta, sum vit í fyrsta lagi fara at taka okkum av, um vit koma á Fólkating. 

 

Í sínari valskrá krevur Framsókn, at Føroyar fáa fult innlit í danskan trygdarpolitikk, tá ræður um Føroyar og Arktis, soleiðis at Føroya løgting ikki arbeiðir í blindum.

 

Hoyrið samrøðuna, sum Árni Gregersen á FM1 gjørdi við Ruth Vang í gjár. Samrøðan kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.