Føroya Lærarafelag 125 ár ólavsøkudag

Føroya Lærarafelag verður 125 ár ólavsøkudag.

 

Føroya Lærarafelag verður 125 ár ólavsøkudag, og í tí sambandi er opið hús í húsum felagsins kl. 13.30-16.00.

 

Okkurt verður at leska sær við, og hølini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags eru eisini opin.

 

Vit gleða okkum at hitta limirnar, skriva nevnd og starvsfólk á heimasíðuni hjá Føroya Lærarafelag.

 

Leggjast kann afturat, at Føroya Læraraskúli var eisini millum elstu hægri lærustovnar í landinum, um ikki tann elsti, men fyri nøkrum árum síðani varð læraraútbúgvingin umskipað, og læraralesandi lesa í dag á Fróðskaparsetri Føroya.