Í august í ár vóru 25 ár síðani Føroya Handilsskúli á Kambsdali byrjaði sítt virksemi við FHS og HH dagskúla.
Í hesum sambandi hevur skúlin sent út kunningar- og tíïndaskriv.
Í august í ár vóru 25 ár síðani Føroya Handilsskúli á Kambsdali byrjaði sítt virksemi við FHS og HH dagskúla. Hetta verður hátíðarhildið á ymiskan hátt á skúlanum ígjøgnum skúlaárið. Sjálvur bygningurin verður 25 ár í januar mánaða, og 9. januar 2015 verður almenn móttøka á skúlanum.
Hesi 25 árini hava 1535 næmingar fingið FHS prógv, 999 næmingar hava fingið HH-prógv og 79 næmingar hava fingið 1 ára HH prógv, vanliga nevnt HHs. Á fjarlestrinum hava 12 næmingar tikið fult FHS prógv, og 384 stakgreinaprógv eru útskrivaði á fjarlestrinum. Av hægri útbúgvingum eru 441 merkonom og akademi stakgreinaprógv útskrivaði. Afturat hesum koma fleiri hundrað stakgreinaprógv í sambandi við tað gomlu HMX útbúgvingina, FHS og HH stakgreinar.
Fyrsta árið vóru 3 flokkar á skúlanum, í løtuni eru 10. Eitt tíðarskeið vóru 12 flokkar á skúlanum, og var tá neyðugt at leiga hølir í gamla fólkaskúlanum í Søldarfirði. Í dag verða tvær skúlastovur leigaðar í Ítróttarhøllini á Kambsdali afturat sjálvum handilsskúlabygninginum. Í løtuni eru 230 næmingar á skúlanum í 10 flokkum umframt stakgreinalesandi og næmingar á kvøldskúlanum.
Fleiri av starvsfólkum skúlans hava verið í starvi, síðan byrjan: Katrin Zachariasen, inspektørur, Carsten Petersen og Margit Fromm Petersen, lærarar, Dia Petersen, húsavørður og Jógvan á Lakjuni, lærari, sum tó hevur havt farloyvi í mong ár til politiskt arbeiðið.
Handilsskúlin á Kambsdali er formliga partur av Føroya Handilsskúla við einum stýri sum hægsta myndugleika, og við einum deildarstjóra sum dagligum leiðara. Í 1989 var Petur Petersen, settur sum fyrsti deildarstjóri. Hann var avloystur í 1997 av Elsa Maria Holm Olsen. Í 2002 tók Páll Isholm við sum deildarstjóri. Núverðandi deildarstjóri, Hjalmar Hansen, tók við á sumri 2012, verür m.a. sagt í hesum mundandi stytta tíðindaskrivi.