Tað var tann tíð, tá ið ull var Føroya gull. Tann tíðin er eftir øllum at døma farin. Í øllum førum fer nógv tann mesta ullin nú fyri skeyti. Men nú vil Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hava at vita um landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, hevur nakrar ætlanir um at bjarga ullini. Hon sigur, at í fjørð vórðu eini 40 tons av ull gingin til høldar og gagnnýtt, men í ár vórðu bara seks tons av ull avreidd.
Sostatt verður ein stórur partur av føroysku ullini burturbeind, heldur enn at verða nýtt sum rávøra í klædnaídnaðinum. - Føroysk sniðgeving og klædnaframleiðsla hava seinastu árini veruliga tikið dik á seg, og tað er heilt eyðsýnt, at her liggja stórir møguleikar fyri framleiðslu bæði til heimamarknað og til útflutnings.
- Hóast stórur partur av hesi framleiðslu byggir á ull, kemur føroyska ullin bert í avmarkan mun til høldar, sigur Bjørt Samuelsen.
Hon staðfestir, at tey, sum hava seyð, fáa ov lítið ullina og tí tíma tey ikki at fáast at lata hana inn, men tveita hana heldur burtur. Tí heldur hon, at tørvur er á at skipa innsavningina og hagreiðingina av skinnum og ullini.
- Fæst ein innsavningarskipan ikki at virka, verður sostatt lítil og eingin rávøra at spinna tógv burturúr og tað verður sjálvsagt eitt stórt bakkast fyri føroyska klædnaframleiðslu.
Føroysk sniðgeving og binding eru í stóran mun við til at gera Føroyar kendar uttanands, sigur hon. Tí vil hon hava at vita um landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur nakað boð uppá, hvussu rávørugrundarlagið undir hesi vinnuni, sum er so týdningarmikil fyri Føroyar kann tryggjast. Í hesum sambandi vil hon hava at vita um ætlanin upp á nakran er at lata almennan stuðul til at savna ull inn fyri.
|