Føroya Ferðaleiðarafelag fingið nýggja nevnd

Aðalfundur var í gjár hjá áhugafelagnum, ið eitt nú arbeiðir fyri at menna ferðaleiðarayrkið

Á myndini eru: Bergur Samuelsen, Jens Mortan Rasmussen, Bjørg Jacobsen, Hilda Thomsen, Samson Højgaard

Føroya Ferðaleiðarafelag hevði aðalfund 3. apríl, og nýggj nevnd varð vald.

 

Nevndin skipaði seg við Hildu Thomsen sum forkvinnu, Jens Mortan Rasmussen sum næstformanni og Bjørg Jacobsen sum skrivara og kassameistara. Samson Højgaard og Bergur Samuelsen eru tiltakslimir.

 

Føroya Ferðaleiðarafelag er eitt áhugafelag og arbeiðir fyri at menna ferðaleiðarayrkið og fáa skipað viðurskifti fyri ferðaleiðarar í ferðavinnuni.

 

Á myndini eru: Bergur Samuelsen, Jens Mortan Rasmussen, Bjørg Jacobsen, Hilda Thomsen, Samson Højgaard