Føroya elsti farin

Theodor Thomassen úr Sørvági andaðist mikukvøldið, 107 ára gamal, tað veit Kringvarpið at siga í morgun. Hann var Føroya elsti maður og so vítt vit vita, elsta menniskja nakrantíð í Føroyum.

 

Theodor varð borin í heim í 1908, og hevur hann harvið uppliva flestu av stórhendingunum í farnu øld, harímillum báðar veraldarbardagarnar, umframt at hava verið vitni til rúkandi menningina av føroyska samfelagnum í 20. øld. 
Bara á politiska økinum kann nevnast, at tá Theodor Thomassen varð føddur í 1908, var Sambandsflokkurin, ið varð stovnaður í 1906, einasti flokkur í Føroyum. Sjálvstýrisflokkurin varð stovnaður í 1909. 

 

Leo Poulsen gjørdi eina samrøðu í Rás 2 við Theodor Thomassen, tá hann fylti 106. Trýst her fyri at síggja greinina og hoyra samrøðuna.

 

Við børnum og barnabørnum vóru eftirkomararnir hjá Theodori Thomassen 142 í tali, tá hann í oktober í fjør fylti 107 ár.

 

Les eisini Føroya elsti maður fyllir 107 ár í dag

Les eisini Theodor Thomassen er elsti føroyingur nakrantíð

Les eisini Theodor Thomassen Sørvágur 95 ár