– Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um føroyskt heiðurstekin at lata persónum fyri merkisvert arbeiði ella gerning, ið gagnar landi og fólki og tænir Føroyum.
Soleiðis ljóðar uppskot til samtyktar frá teimum seks tingfólkunum, Bjørt Samuelsen, Ruth Vang, Kristin Michelsen, Helgi Abrahamsen, Christian Andreasen og Bill Justinussen. Tey umboða allar flokkar á tingi – uttan Javnaðarflokkin.
Í viðmerkingum til uppskotið siga tey, at Føroyar eiga at hava eitt føroyskt heiðurstekin, eina ærumedalju - almennan heiður - ið kann latast kvinnum og monnum, sum á serstakan, dyggan og rósuppibornan hátt tæna landi og fólki. Persónar, sum uttan mun til starvsøki ella samfelagsstætt gera nakað serstakt og merkisvert í virkni og verki sínum í samfelagnum. Persónar, sum ganga undan og eru ein góð fyrimynd fyri uppvaksandi ættarliðið og fyri okkum øll.
– Hetta kann vera í øllum liðum í samfelagnum. Innan almenna tænastu, vinnulív, list, vísindi, heilsufremjan, fakfelagsarbeiði, tónleik, ítrótt, manngóðum og sjálvbodnum arbeiði og so frameftir, siga tey seks tingfólkini.
##med2##
Heiðurin skal, umframt føroyingum, eisini kunna latast útlendingum, sum gera eitthvørt serstakt fyri Føroyar.
– Við hesi samtykt er ynskið, at Løgmansskrivstovan setur eitt arbeiði í gongd um, hvussu ein slíkur heiður kann skipast, og hvørjar reglur eiga at vera galdandi fyri tilnevning og val av teimum, sum fáa heiðurin. Eisini eigur uppskot at verða gjørt um, hvussu heiðurin skal síggja út, um hesin skal vera í fleiri stigum o.s.fr. Grannalond okkara hava skipanir við heiðurstekni, sum landið letur, siga tey seks løgtingsfólkini.












