Burðardygd hevur verið ein náttúrligur partur av dna'num hjá Føroya Bjór síðani 1888, og altíð hevur verið ansað eftir at minimera alt spill í framleiðsluni - við endurnýtslu av fløskum, íløtum og øðrum.
- Tað er tí ikki nýtt fyri okkum, at arbeiða við heimsmálunum um burðardygd, og vit stremba alla tíðina eftir at gerast betur á hesum øki.
Tað sigur Føroya Bjór í tíðindaskrivi í dag.
Fyritøkan vísir á, at nú er spildurnýggj tøkni komin, har møguleiki er at endurvinna Co2 frá bjórframleiðsluni, sum verður endurnýtt til sodavatn.
Í desember í fjør undirskrivaði Føroya Bjór eina avtalu um eitt anlegg av hesum slag, og anleggið er longu sett upp á Ørbæk og Svaneke Bryghus á Bornholm.
- Nýggja tøknin ger, at nærum einki Co2 frá bjórframleiðsluni fer út í atmosferuna framyvir. Nú verður alt endurvunnið og brúkt til sodavatnsframleiðsluna. Við nýggju tøknini spara vit náttúruna og umhvørvið fyri útlát.
Hjá Føroya Bjór siga tey í tíðindaskrivi, at hetta er ein tøknilig og grøn menning, sum fyritøkan í nógv ár hevur efirlýst, og hetta er ein partur av tí burðardyggu kós, ið bryggjaríið hevur sett sær fyri komandi árini.