Fyri Fríðbjørg Justinussen hevur ólavsøkuaftan ein eyka týdning, tí tað er nevniliga hennara føðingardagur. Í dag er hennara 26 ára føðingardagur, og er hon komin til Havnar við manninum Pól Jóhannus Justinussen.
Tað er tó hvørki føðingardagur ella ólavsøkan, ið er fremst í huga í dag.
- Ein vinkona er í Havn nú, tí hon skal eiga hvørja løtu, so tað eru vit spent uppá. Tað verður spennandi at vita, um vit fara at hava sama føðingardag, sigur Fríðbjørg, ið fyllir 26 ár í dag.
Sum so mong onnur, so hevur parið nakrar fastar táttir á ólavsøkuni.
- Oftani spæli eg dyst á ólavsøku, men hann varð spældur í gjár, sigur Pól Jóhannus, ið spælir á besta liðnum hjá NSÍ.
- So tað er møguligt, at vit fara til dystin seinni í dag og kappróðurin, um umstøðurnar eru til tað, sigur Pól Jóhannus.
Tá vit møttu teimum, var parið úr Eysturoynni á veg niðan til Hotel Føroyar, har kenda sjálvtøkuborðið bíðaði.
- Vit fara altíð ein túr gjøgnum býin og tosa við fólk, og so fara vit vanliga til sjálvtøkuna á Hotel Føroyum, siga tey bæði. Vit hava búð á Hotel Føroyum í nátt, og fara nú niðan aftur til sjálvtøkuborðið.











