##med2##
Danmark var eitt av teimum fyrstu londunum í Vesturevropa við fríum aborti. Tað var í 1973, tá tað bleiv loyvt at fáa abort til og við 12. viku.
Í dag, 50 ár seinni – er tíðin komin til at broyta markið, so tað ber til at taka abort eftir 12. viku, uttan at kvinnan skal hava loyvi til tað.
Tað heldur Annemette Wildfang Lykkebo, sum er forkvinna í Dansk Selskab for Obstetrik og Gynækologi (DSOG), sum umboðar føðilæknar og gynækologar.
– Rætturin hjá tí einstaka at ráða uyvir sær sjálvum verður sum heild mettur høgt í samfelag okkara, og tað eigur tað eisini at vera í sambandi við abort. Tað skal í størri mun vera kvinnan og maki hennara, sum tekur avgerðina, sigur hon.
– Hví skulu onnur gera seg til harrar yvir, hvat tað merkir fyri eina staka kvinnu at fáa eitt barn ella fyri eitt par, sum er í ringari støðu?
Abortur eftir 12. viku er í dag loyvt í Danmark, um eitt abortsamráð í regiónini hevur givið loyvi til tess.
Í 2021 gjørdu ráðini av at geva 750 kvinnum loyvi. Í flestu førum var orsøkin, at tað komandi barnið hevði havt álvarsaman fysiskan ella psykiska líðing, til dømis Down syndrom.
Í øðrum førum var loyvið givið, tí kvinnan av sosialum orsøkum varð mett ikki at vera før fyri at hava umsorgan fyri barninum.
Læknarnir hava ikki endaliga gjørt av, hvat teir far at mæla til, at eitt nýtt mark skal vera. Tað fara teir at kjakast um á nevndarfundi hósdagin.
– Nækrir tala fyri viku 20-22. Men tað er mín fatan, at nógv vil stuðla undir viku 18, sigur Annemette Wildfang Lykkebo, sum er yvirlækni á deildini fyri kvinnusjúkum og føðing á Odense Universitetshospital.
Fyrr í vikuni var tað áhugafelagsskapurin Sex og Samfund, sum eftirlýsti broyting í lógini.
Sambært Majbrit Berlau, aðalskrivara, eigur markið í minsta lagi at vera við viku 18.
Heilsumálaráðfrúan Sophie Løhde úr Vinstra vil ikki siga, hvørt stjórnin fer at broyta lógini, upplýsir Heilsumálaráðið.
Fyrstu verður bíðað eftir niðurstøðu frá Etiska Ráðnum.
Hon verður almannakunngjørt í heyst, sigu formaðurin í ráðnum, Leif Vestergaard Pedersen.
Hann vísir á, at nógv atlit eru at taka. Bæði fyri kvinnuni, fostrinum og heilsustarvsfólki, sum skulu standa fyri abortinum.
– Fyri 50 árum síðani hevði Danmark eitt annað kvinnusýn enn í dag, sum kann tala fyri at víðka markið.
– Men tað er eisini eitt atlit til virðingina fyri fostrinum. Og um vit geva tí somu virðing, sum vit gjørdu tá, so skulu vit varðveita markið har, sum tað er í dag, sigur Leif Vestergaard Pedersen.
/ritzau/










