34 stig er tað mesta ein bilur í miðflokkinum nakrantíð hevur fingið í eini EuroNCAP roynd og betri úrslit enn aðrir bilar í bæði minna og størra miðalflokkinum.
Ford Focus C-Max er áður viðursløntur fyri at vera ein ovurviðkvæmisvinarligur bilur, og nú hevur so tann nýggji Focus fingið somu viðurlsøn. Tað er týska fyritøkan TUV, sum kannar í hvussu stóran mun ein bilur er førur fyri at sálda skaðilig evni frá í kabinuni.