FO Tatt Fest komandi vikuskiftið

(Rás2) Hoyr Fjølnir Bragason og Palla Thorsteinsson greiða frá Fo Tatt Fest í sjónleikarahúsinum

Í hesum døgum verður gjørt klárt til FO Tatt Fest, ið verður í Sjónleikarahúsinum komandi vikuskiftið.

 

Royndir tatovørar úr grannalondum okkara verða tøkir í Sjónleikarahúsinum um føroyingar ynska eina tatovering.

 

Seinnapartin vitjaðu Fjølnir Bragason og Palli Thorsteinsson Rásarúmið, har Eyðfinn Drewsen og Óli G. Samuelsen Rásarrúmið til eitt prát um FO Tatt Fest, og um tatoveringar í einari breiðari merking.

 

Áhugin fyri tatoveringum er øktur nógv í Føroyum seinnu árini, staðfesta Fjølnir Bragason og Palli Thorsteinsson. Talan er um sjeynda árið á rað, at Tattoo-festivalur er á skránni.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Fjølnir Bragason og Palla Thorsteinsson greiða.