Stórt føroyskt kvøld verður í Keypmannahavn í annaðkvøld Leygarkvøldið 24. november verður fjøllbroyttur tónleikur í Kulturhuset Islandsbrygge, sum liggur miðskeiðis í Keypmannahavn, har føroyingar fara at framføra vísur, blues, punk og rock´n roll.
Kvøldið byrjar við eini konsert, har Hanus G. Johansen og Jógvan Andrias Joensen fara at framføra vísur. Aftaná fer Mr Blues Uni Reinert Debess við fólki á pallin. Okkurt óvæntað er eisini á skránni. Aftan á midnátt fara The Dreams at spæla. Eisini ber til at uppliva Ketchup-plátuvendarnar Hall Johannesen og Kára Davidsen.
Stigtakarin av FO INVASION, eins og í fjør, er hoyvíkingurin og útisetin Edmund S. Jacobsen, sum áður hevur skipað fyri tiltøkum í Keypmannahavn og hann hevur eisini verið samskipari á Skarv.
Meira um tiltakið á www.k-i-b.dk










