FO INVASION í Keymannahavn

Leygarkvøldið 24. nov. verður fjøllbroyttur tónleikur í Kulturhuset Islandsbrygge, sum liggur miðskeiðis í Keypmannahavn og beint við sjógvin, har føroyingar fara at framføra Vísur, Blues, Punk og Rock´n Roll

Kvøldið byrjar við eini konsert, har Hanus G. Johansen og Jógvan Andrias Joensen fara at framføra vísur. Aftaná fer Mr Blues Uni Reinert Debess við fólki á pallin. Okkurt óvænta er eisini á skránni. Aftaná miðnátt fara The Dreams at strála positivan punk og rokk til gestirnar, sum eisini uppliva Ketchup-plátuvendarnar Hallur Johannesen og Kára Davidsen.

Í ár eru 20 ár liðin síðan teir bágir vísusangarnir og vinmennirnir byrjaðu at framføra tónleik saman, Hanus G. Johansen og Jógvan Andrias Joensen, sum bágir eru úr Klaksvík.

Stigtakarin av FO INVASION, eins og í fjør, er hoyvíkingurin og útisetin Edmund S. Jacobsen, sum hevur áhugað í føroyskum tiltøkum í Keypmannahavn. Aftaná tvey á Skarvi sum fyriskipari, steðgaði hann samstarvið. Framyvir vil Edmund vera ein sokallaður freelance booker. Í dag skrivaði Edmund sáttmála við Kulturhuset Islandsbrygge um leigu og til tiltakið FO INVASION, sum er fyri øll. Danir gleðast um at samskipa eitt føroyskt tiltak, men kanska bert so leingi vit ikki loysa, sigur Edmund at enda við Sosialin.

Meira um tiltakið á www.k-i-b.dk