FNU: Nýggja uppskotið ger ov lítlan mun

Uppskotið til nýggjan veðurlagspolitikk fyri 2030 rakar bæði ov veikt og við síðuna av, sigur Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, sum heldur tað vera ørkymlandi, at miðað ikki verður eftir málinum hjá IPCC um at lækka samlaða CO2 útlátið við 45 prosentum í mun til útlátið í 2010.

Í uppskotinum til nýggjan veðurlagspolitikk verður víst á, at realistiska málið fyri Føroyar er at lækka CO2 útlátið á landi við 45 prosentum í mun til útlátið í 2010. Hinvegin skal útlátið á sjógvi minka við 50 prosentum - men ikki fyrr enn í 2050.

Hetta heldur FNU tó lítið um, sum ger vart við, at tað er ørkymlandi, at arbeiðsbólkurin ikki vil fylgja tilmælunum hjá IPCC til fulnar.

- Tað er ørkymlandi, at arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt uppskotið til veðurlagspolitikkin, metir, at tað ikki er realistisk, at Føroyar minka útlátið í samsvari við tilmælið hjá IPCC, og setir málini í veðurlagspolitikkinum lægri enn hetta tilmæli.

- Tilmælið er at samlaða heimsútlátið gerst 45 prosent lægri í 2030 samanborið við útlátið í 2010, sigur FNU og leggur aftrat, at hetta umfatar alt útlát á landi, sjógvi og á flogi.

Tað, at samlaða útlátið minkar við 45 prosentum, er vísindaliga grundaða tað, ið skal tryggja fyri, at miðalhitin á jørðini ikki hækkar meira enn tvey stig - og helst undir hálvtannað stig - síðan ídnaðarkollveltingina.

- Serliga kann væntast at útlát frá tungum ídnaði verður truplari at lækka enn útlátið á landi, og tí átti veðurlagspolitikkurin at veri meiri framsøkin viðvíkjandi útlátinum á landi, og harumframt havt sum mál at avmarka tungan ídna og flogferðslu, sigur FNU.

 

Tørvur er á minni forbrúki

 

FNU vísir eisini á, at øll átøkini, ið arbeiðsbólkurin vísir á, eru tøknilig átøk. Materiella forbrúkið í Føroyum yvirhøvur verður ikki tikið upp á tal, og hetta er bert at útseta trupulleikan.

- At trúgva uppá, at tað letur seg gera at halda áfram við eins høgari materiellari framleiðslu og ovurnýtslu, sum er í dag, er at útseta ein trupulleika, sum má takast í álvara, og sum mann noyðist at reagera uppá heldur í dag enn í morgin.

Samstundis verður gjørt vart við, at einki verður gjørt fyri at minka um orkunýtsluna í Føroyum - bæði hjá vinnu og borgarum. Serliga er tað bilaferðslan, ið okkurt skal gerast við.

- Tað eru fleiri átøk, sum kundu gjørt samfelagið minni orkukrevjandi, og sum eisini høvdu gagnað samfelagnum upp á aðrar mátar, til dømis við betri fólkaheilsu og minni ójavna. Í dag fyllir bilaferðslan ógvuliga nógv, og tað er avmarkandi ikki at hava egnan bil. Haraftrat er orkukrevjandi ídnaður og búskapur tvinnað ógvuliga tætt saman, sigur FNU, sum vil hava tað lættari at liva og arbeiða í Føroyum uttan egnan bil.

- Átøk skuldu millum annað gjørt tað lættari at liva og arbeitt, uttan at tað var neyðugt at hava egnan bil, umframt minka um virksemi, sum hevur eitt høgt útlát, so sum flogferðsla, og beint fokus á heilsu og náttúru, heldur enn verandi einsíðuga krav um búskaparligan vøkstur.

 

Náttúra eigur at vera partur av veðurlagspolitikki

 

At enda vísir FNU á, at tað er rættiliga løgið, at náttúran yvirhøvur ikki verður nevnt í einum uppskoti um veðurlagspolitikk.

- Varðveitsla av náttúru er tað sum hevur størstan týdning fyri at binda koltvíiltu, og at taka hana út luftini. Tað er illa frágingið tá man ger ein veðurlagspolitikk og ikki tekur hædd fyri tí mest týðandi partinum.