SEV arbeiðir uppá at seta eitt pumpuverk upp í Ergidali í Hovi, sum er liður í einari ætlan um at gera fleiri orkuverk runt í føroysku náttúruni. Pumpuverkið í Ergidali berur við sær, at vatnið, Vatnsnes, hækkast, so eitt nokkso stórt øki kemur at liggja undir vatni, stúrir Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag fyri.
FNU heldur ikki, at hetta er gongd leið og vil steðga ætlanini um orkuverkið. Í gjár var almennur fundur um hetta á Býarbókasavninum í Havn, har framløgur og kjak vóru.
- Vit halda ikki, mann skal gera eina útbygging har, og vit halda, at tað er skeivt, at friðingarnevnin kemur inn yvir so seint í prosessini, sigur Theresa Jákupsdóttir, nevndarlimur í FNU við in.fo.
FNU vísir í tíðindaskrivi á, at mann hevur funnið leivdir frá víkingaøldini í Ergidali, og tí skal mann ikki broyta uppá náttúruna har.
- Søgan og náttúran í Ergidali er serstøk, og friðingarmyndugleikar áttu at tala fyri, at Ergidalur fær frið. Friðingarmyndugleikarnir eru nemliga teir einastu, sum kunnu tryggja, at samfelagsplanleggingin fer fram við skili, so at náttúra og mentanararvur ikki hvørva, skriva tey.
Tey vísa á, at friðingarmyndugleikin verður spurdur sum seinasta lið í viðgerini, og tað er ikki nøktandi. Í FNU eftirlýsa tey eina almenna náttúrufyrisiting, sum kann viðgera mál sum hesi fyri at verja náttúruna. Teresa Jákupsdóttir heldur ikki, at tað er nokk bara at hava Umhvørvisstovuna.
- Sum nú er, hava vit bara Umhvørvisstovuna, og hon tekur sær ikki av náttúrumálum. Tí mangla vit eina náttúrufyrisiting, sum kann vera ein stovnur, ið vísir, hvat er skynsamt at gera við atliti til náttúruna, sigur hon við in.fo.
Les alt lesarabrævið hjá FNU her.