FNU hevur kært umhvørvisgóðkenningina at ala á Víkum.
- Umhvørvisgóðkenningin tekur ikki nóg breið atlit til dálking og til lívfrøðiligt margfeldi, soleiðis sum ásett er í umhvørvisverndarlógini, skrivar náttúruverndarfelagið FNU.
Les eisini Luna fingið loyvi at ala á Vìkum
FNU kærir, at umhvørvisgóðkenningin er latin, uttan eina viðgerð av, hvussu laksaaling á Víkum fer at ávirka djóralívið í økinum, og náttúruvirðir, sum eru til gagns fyri fólk.
Les eisini Vilja steðga ætlanum um aling
- Avleiðingar fyri menniskju, teirra mattrygd og rekreatión eiga at verða neyvari viðgjørdar, eins og árin á staðbundna fuglalívið og kóp frá ljósdálking, larmi, ferðslu, aliútgerð og øðrum órógvi. Umhvørvisstovan ger onga meting av hesum viðurskiftum, men velur at lata tey vera ónevnd í umhvørvigóðkenningini, skrivar Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag.