FMX fingið nýggja nevnd

Útflutningsstovnurin fyri tónleik hevur fingið nýggjan stýrisformann

Nýggja stýrið í FMX. Frá vinstru: Leivur Thomsen, Elin B. Heinesen, Mikael Blak og Gunn Hernes

Mikael Blak er nýggjur formaður í Faroe Music Export (FMX), sum er útflutningsstovnur fyri føroyskan tónleik.

 

Haraftrat heldur Gunn Hernes fram í stýrinum. Nývald eru Elin Brimheim Heinesen og Leivur Thomsen.

 

Hetta hevur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, gjørt av.

 

– Eg vil takka Gissur Patursson, sum var fyrsti formaður í tónleikaútflutningsstovuni, og Unn Paturson fyri tykkara stóra og týðandi arbeiði, føroyskum tónleikaútflutningi at frama, og ynski stýrinum, sum nú tekur við, hepna hond í starvinum og blíðan byr, sigur Høgni Hoydal.

 

FMX virkar fyri at fáa føroyskan tónleik og føroyskar tónleikarar fram uttanlands.

 

Glenn Larsen, sum er ættaður úr Noregi, er leiðari fyri FMX.

 

 

 

Nýggja stýrið í FMX. Frá vinstru: Leivur Thomsen, Elin B. Heinesen, Mikael Blak og Gunn Hernes