Leygardagin 27. sept. ella sunnudagin 28. sept. verður føroyameistarskap fyri ung á Tórsbreyt ella á breytini á Svangaskarði.
Vit fylgja gongdini við at fáa Tórsbreyt lidna, og um hon verður liðug til 27. september so verður FMU har. Um Tórsbreyt ikki verður tøk til tað vikuskiftið, so verður FMU avgreitt á Svangaskarði sunnudagin 28. september, skrivar Frælsur Ítróttur á heimasíðu síni.









