Faroe Maritime Technic (FMT) luttekur aftur í ár á Danish Maritime Fair í Keypmannahavn døgunum 6.-8. oktober.
FMT framleiðir eitt nú skipanir, sum kunnu spara reiðaríum fitt av peningi við at taka vatn úr tí, sum kallast "sludge" umborð á skipum og viðgera vatnið, so tað kann leiðast fyri borð uttan at dálkað umhvørvið.
FMT er ein føroysk fyritøka, sum hevur servitan innan viðger av "sludge" og oljudálkaðum vatni.
- Millum okkara viðskiftakundar teljast eitt nú Maersk Line, Maersk Supply Service, Reiðaríið Norden, Smyril Line, Enniberg, J.F.K, Strandfaraskip Landsins, Sandfrakt, Samherji, Thor, IRF, SEV og onnur.
FMT heldur, at messan í Keypmannahavn er eitt gott høvi at gera vart við sínar tænastur, tí flestu skipanir hjá fyritøkuni eru seldar til danskar viðskiftakundar.
Tað sigur Rasmus Magnussen, søluleiðari hjá FMT, í tíðindaskrivi í dag.