Fiskivinna
Ivaleyst vildi onkur sagt, at vit eiga ikki at veiða so stórar nøgdir av toski 3 og 4, sum vísir seg at vera týdningarmesta veiðan hjá skipum og bátum í løtuni.
Men hetta er sjálvsagt lættari sagt enn gjørt, og soleiðis hevur altíð verið við tí, sum í havinum svimur.
Í aðrar mátar kunnu vit fegnast um, at smáur toskur aftur hevur so stóran týdning í veiðini hjá skipum og bátum eftir nøkur ár, har toskaveiðan hevur verið av tí lakasta.
Nøkur ár herfyri var upsin eisini óvanliga smáur, men eftirtíðin hevur ikki víst, at veiðan, sum var hesi árini, gjørdi enda á upsastovninum fyri tann skuld.
Vit skulu tó ongar samanberingar gera millum hesi bæði fiskasløgini, tí tey annars eru so ymisk.
Sølur hjá FMF
Fiskamarknaður Føroya seldi í gjár stívliga 320 tons á uppboðssølu, og aftur í gjár vóru størstu einstøku nøgdirnar toskur 3 og 4.
Toskur 3 fór fyri miðalprísin 14,28 krónur fyri kilo og toskur 4 fyri miðalprísin 9,45.
Stívliga 13,7 tons vóru av toski 2, sum fór fyri miðalprísin 22,59 krónur fyri kilo.
Besta hýsan í gjár - hýsa 1 - fór fyri miðalprísin 11,79.
Stívliga 20 tons vórðu seld av hýsu 2, og hendan fór fyri 10,47 krónur í miðal fyri kilo.
Hægst og lægst
Hægsti prísur var fyri 1.050 pund av kalva 2, sum fór fyri 64 krónur fyri kilo.
Lægsti prísur var fyri nøkur fá kilo av skrubbu, sum fóru fyri 1,90 krónur fyri kilo.
Góð 30 tons vóru eisini av kongafiski 2, og her var miðalprísurin 9,37.
Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini var 11,49 krónur fyri kilo.