FMA: Vóna onkur heiðursløn kemur norðureftir

So er FMA farið í gongd í Norðurlandahúsinum og okkara reportari, Annika Kunoy Im, fekk orðið á Steintór Rasmussen, Erik Biskopstø og Sophus Dal-Christiansen áðrenn teir fóru inn í salin.

 

- Gleði meg til góða heildaruppliving við nógvum spennandi nøvnum og framførslum og  ikki minst avdúkingarnar um hvør man heldur hevur givið besta tónleikin út, sigur Steintór Rasmussen.

 

Tað er eingin loyna, at ársins hitt í fjør kemur úr økinum, sum vit koma frá, so vit eru spentir um ikki kanska onkur heiðursløn kemur norðureftir, sigur Erik Biskopstø.

 

Sì meiri í klippinum omanfyri.