Tónasmiðurin Tróndur Bogason er valdur ársins tónasmiður.
Soleiðis verður sagt:
Ársins tónasmiður - TRÓNDUR BOGASON
Virðislønin kann handast fyri eitt einstakt verk ella fleiri avrik í 2023. Virðislønin skal varpa ljós á tey, ið skapa tónleik í Føroyum. Tað er ein treyt, at persónurin er føroyingur og at tónleikurin hevur sæð dagsins ljós í 2023. Dømi: ein tónasmiður, film/teatur komponistur ella annað slag av komponisti, framleiðari ella arrangøri.
Myndina tók Álvur Haraldsen