Pernille Rostgård Olsen, umboð fyri KODA, slapp at handa heiðurin fyri ársins kompositión í opna bólkinum. Tað var Sunleif Rasmussen, sum við hesum vinnur heiðurin triðja árið á rað. Í fjør fekk hann heiðurin fyri verkið Territorial Songs, sum Michala Petri og Allaborg Symphony Orchestra framførdu og í fyrraárið vann hann fyri verkið Nordisk Messe.
Í ár er fyri stórverkið Symphony no. 2 - The Earth Anew, at Sunleif Rasmussen varð heiðraður. Hetta er, sum heitið sipar til, hansara onnur symfoni. Tað fyrstu - Oceanic Days - skrivaði hann longu í 1998. Í samrøðu við Sosialin 3. mars greiddi hann frá, at longu tá hann fór undir sína fyrstu, legði hann ætlanir um at skriva fýra symfoniir, eina um hvørt av teimum fýra elementunum. Hann væntar tó ikki, at tann triðja verður liðug fyrr enn í fyrsta lagi í 2021.
Hini tilnevndu til heiðurin sum ársins kompositión í opna bólkinum vóru:
Autumn's here – Óli Jógvansson
At the Heart of a Selkie – Eivør/Peter Jensen & DR Big Band
Confessions – Nico Muhly & Teitur
Nordika – Sunleif Rasmussen