Popp bólkurin: FMA
Sofus Dahl Christiansen handaði fyri ársins sangari/Sangkvinna.
Sangari:
Vinnari gjørdist Hallur Joensen. Hann takkaði og helt hetta vera cool og hann gloymdi ikki at takka konuni Anniku og eisini framleiðaranum, Jákup Zachariassen.
Sangkvinna:
Vinnari gjørdist Greta svabo Bech. Hon er í Texas, men avvarðandi tók ímóti og Greta takkaði á stórskíggja.
Síðani spældi Reduced to Ash eina harða rockframførslu, ið sat júst sum hon skuldi.
Sif Gunnarsdóttir, Norðurlandahúsið, handaði heiðursløn fyri ársins sang í Popp bólkinum.
Døgg Nónsgjógv vann bólkin ársins song í poppbólkinum. Hon takkaði Hans J. Kollslíð fyri hansara hjálp.
Sif handaði eisini fyri ársins fløgu:
Vinnari gjødrist Byrta. Gurðið takkaði á stórskíggja.
Síðani spældi Lover Lover.
Sí annars myndatema her á in.fo síðuni