FMA: Martin Joensen fekk Ársins tónleikaheiður

Føroyar eru  tær takkasamar, Martin.

 

FMA:

Martin Joensen fekk heiðurslønina Ársins tónleikaheiður.

 

Suni Merkistein las upp um tónleikaleiðina hjá Martini og endaði við at siga: Føroyar eru  tær takkasamar, Martin.

 

Martin takkaði fyri í røðu síni og hugleiddi um farnar dagar, eins væl og um dagin í dag.

 

Hann takkaði av hjarta fyri heiðurin og lógvabrestirnir í salinum staðfestu heiðurin.

 

Við hesum er ársins FMA komið at enda.