Mánasegl, ið er sangur, sum Eivør syngur, er kosin ársins tekstur.
Her er grundgevingin til Ársins tekst:
Seglið, er dúkurin, sum bæði fysiskt og metaforiskt fær okkum at flyta okkum fram á leið. Men ferðin er ofta uttan mál og mið; vindurin blæsur ikki altíð júst soleiðis, sum vit vilja hava hann at blæsa. Men tá vit vinda upp segl er tað altíð við tí fyri eyga, at vilja flyta okkum, førka okkum fram á leið við vón um at vindurin ber okkum fram á mál. Tó hava vit ikki altíð valdið á veðri og vindi, vit hava ikki ræði á, hvagar vit sjálvi fara, men mugu laga okkum til umstøðurnar. Soleiðis navigera vit millum tær góðu og minni góðu løturnar í lívinum, tann javnvágin, vit mugu finna millum styrki og veikleika, ljós og myrkur, kvirru og harðveður. Vit flóta øll í einum persónliga havi, leitandi eftir máli og miði og royna at finna røttu kósina. Vinnarin av ársins teksti er Mánasegl, sum Marjun Syderbø Kjælnes hava skrivað.