Tað er ikki bara dómsnevndin í FMA, sum hevur fingið eyguni upp fyri Konni Kass.
Hon hevur júst fingið aðru virðislønina í kvøld, tá Gunvør Balle, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu, handaði henni ársins Loftbrúgv.
Loftbrúgvin er eitt samstarv millum Atlantic Airways, Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið og Tórshavnar kommunu um at veita stuðul til tónleikarar, sum fara uttanlands. Virðislønin, ársins loftbrúgv, verður latin tí umsókn um stuðul, sum nevndin metir fylgir endamálinum við loftbrúnni til listafólk serliga væl. Loftbrúgvin varð kosin til Ársins Átak undir FMA í fjør.
- Virðislønin verður latin Konni Kass, sum saman við bólki, veruliga hevur fingið flog á tónlistarliga yrkisleið uttanlands. Loftbúgvin hevur stuðlað tilgongdini við festivalluttøku og konsertferðum, ið hava latið dyr upp fyri fleiri tónlistarligum yrkismøguleikum.
Virðislønin eru flogferðaseðlar til eina nýggja konsertferð.
Fyrsta Ársins Loftbrúgv varð handað í fjør í Reinsarínum. Tá var tað tungmálmsbólkurin Hamferð, ið fekk hana. Í ár er hon so vorðin partur av FMA-virðislønunum. Í tí sambandinum varð eisini kunngjørt, at partarnir, sum varða av Loftbrúnni, vóru samdir um at halda á við samstarvinum til 2019.