Jón Aldará, sum vit allarhelst kenna best sum sangara í Hamferð, fekk heiðurin sum ársins sangari í bólkinum Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk á FMA í fjør.
Sjálvur heldur hann lítið um hugtakið at skulu kappast í tónleiki og at nýta lýsingarorðið "best" í slíkari samanbergin, men hann fegnast tó um, at eitt tiltak er, sum heiðrar føroyskan tónleik á hendan hátt.
- Júst hetta við at geva tónleiki og tónleikarum heiðurin sum "best" fram um onnur hevur altíð verið eitt ivasamt hugskot, men vónandi kann tað vera við til at trýsta tónlistafólk til at menna seg og vera nærløgd við sínum tónleiki, sigur Jón Aldará.
Hann er tó glaður um, at tað er tónleikurin, og ikki kappingin, sum er í hásæti á FMA.
- Tónleikurin kundi sjálvandi verið heiðraður á øðrvísi hátt, har góð og arbeiðssom listafólk fingu viðurkenning, uttan at tað var neyðugt at nýta orðið "best". Hetta er jú ikki ítróttur. Men tað er ein meira undirhaldandi og vælkendur háttur at hátíðarhalda føroyska tónleikaskattin, og kappingarelementið ger tað hugaligari hjá fólki at fylgja við. So leingi sum tónleikurin í sær sjálvum hevur fokus, so er tað heilt í lagi.
Jón Aldará er tó glaður um, at føroyskur tónleikur fær slíkt uppmerksemi, sum undir FMA.
- Av tí at FMA hevur so tætt tilknýti til Kringvarpið, so er tað sera positivt á tann hátt, at føroyskur tónleikur fær nógv pláss í miðlunum.
Hóast honum ikki dámar hugtakið at kappast, so gleðist hann um FMA.
- Í veruleikanum er tað jú ein heiður man fær frá bæði øðrum tónlistafólki og almenninginum annars, og tað merkir sjálvandi tað, at man er á eini góðari leið við sínum tónleiki, og at man helst skal halda áfram. Hesin heiður gevur allarhelst eisini stig, tá søkjast skal um stuðul til verkætlanir og annað tílíkt. Um tað hevur týdning uttanlands er inntil víðari ein annar spurningur.
Vinnarin frá í fjør ætlar sær tó ikki at leggja nógv fyri at fylgja við í ár.
- Nei, eg fari ikki á FMA, og eg eri ikki beinleiðis áhugaður í, hvør vinnur og ikki. Men eg fari at halda eyga og oyra við, hvussu tað gongur. Vildi gjarna hoyrt onkra av framførslunum, so kanska royni eg at fanga eitt brot í útvarpinum.