FMA: Hans Andrias fekk sína fyrstu FMA

Áhoyraravirðislønin er ein gomul virðisløn, men í nýggjum hami. Fyrr æt hon ársins livebólkur, men í ár hava fyriskipararnir valt at broyta hana eitt sindur.

 

Hetta er einasta virðislønin, sum ikki verður avgjørd av eini dómsnevnd, men av øllum tónleikaáhugaðum føroyingum.

FMA-nevndin metti, at gamla heitið, ársins livebólkur, ikki var umboðandi tað, sum virðislønin verður latin fyri og tí varð navnið og reglurnar broyttar eitt sindur.

 

Øll tey tilnevndu til eina virðisløn í FMA, vóru eisini tilnevnd áhoyraravirðislønina og atkvøðugreiðslan fór fram umvegis SMS.

 

Vinnarin, tá allar atkvøðurnar vórðu taldar, gjørdist Hans Andrias Jacobsen. Hann er tilnevndur til heiðurin sum ársins sangari í ár. Í 2012 fekk hann eina Planet Award sum ársins nýggja navn.

 

Hann lat fyrstu útgávu sína, Vision, út í septembur 2016, og hevur hon fingið góð ummæli.

 

Aðrir vinnarar av virðislønini hava verið Swangah í 2014, Xperiment í 2015 og Elinborg Pálsdóttir. Petur Petersen, stjóri í Okkara, handaði Hans Andriasi virðislønina.