Tað er Høgni Lisberg ið hevur stovnað tónleikaútflutningsfyritøkuna Mahogni. Hann fekk í kvøld handað virðisløn fyri sítt arbeiði við hesum felagnum.
– Hetta er fyrsta publishingfelagið av sínum slag í Føroyum. Eg havi stovnað tað, tí at eg trúgvi, at føroyskur tónleikur er so góður, at hann kann útflytast um alla verðina. Bæði í sjónvarpi og í øðrum miðlum, segði Høgni Lisberg í takkartalu síni.
– Eg byrjaði at arbeiða við hesum í 2018, og síðani eri eg bara vorðin styrktur í trúnni uppá føroyska tónleikin. Framtíðin er bjørt, segði Høgni Lisberg
Virðislønin er givin í samstarvi við FMX – Faroese Music Export.