Stýrið fyri FMA heldur tað ikki vera ráðiligt at hava tiltakið, sum ætlandi skuldi savna oman fyri 400 fólk. Tí verður einki tiltak í Norðurlandahúsinum.
Myndugleikarnir siga, at tað ikki er ráðiligt at savna 500 fólk til tiltøk. Og so mæla teir til, at stovnar og fyriskiparar av tiltøkum taka ábyrgdarfullar avgerðir.
- Tað harmar okkum almikið, at vit ikki kunnu hava tiltakið sum ætlað. Nú royna vit at bera so í bandi, at vit hava eina sending í annaðkvøld, har vit kunngera, hvør hevur vunnið ymisku virðislønirnar.
Tað sigur Rólant Waag Dam, samskipari av FMA.
Hvør leisturin er, og hvussu sendingin kemur at síggja út, vita fyriskipararnir ikki í løtuni.
- Men, vit arbeiða av øllum alvi fyri, at tað stóra arbeiðið, sum higartil er gjørt, ikki fer fyri skeytið, sigur Rólant Waag Dam.
Hvussu FMA kemur at síggja út í annaðkvøld, verður kunnað um seinni. Greitt er tó, at tað verður uttan áhoyrarar og uttan beinleiðis framførslur í Norðurlandahúsinum.
- Tey, sum hava keypt atgongumerki til FMA, kunnu seta seg í samband við Norðurlandahúsið og fáa peningin afturgoldnan, verður sagt í tíðindaskrivi, sum kom fyri løtu síðan.