FMA avdúkar ársins tilnevningar í morgin tíðliga

Tey, sum spent eru, kunnu fara inn á in.fo í morgin klokkan 8.30.

Í morgin verða FMA tilnevningarnar avdúkaðar her á in.fo og í morgunsendingini í hjá Kringvarpinum. 

 

Tað er leygarkvøldið 11. mars, at FMA 2017 verður á skránni í Norðurlandahúsinum. FMA stendur fyri Faroese Music Awards, og tað er her, at tey bestu av teimum bestu verða heiðrað fyri teirra avrik undanfarna ár. 

 

FMA er eitt tiltak, sum verður hildið í mars á hvørjum árið, og eru tað Miðlahúsið, Norðurlandahúsið og Kringvarpið, sum stíla fyri tiltakinum. 

 

Nú er so stundin komin til, at FMA fer at kunngera tey tilnevndu í teimum ymisku kategoriiunum í ár. 

 

Fylg við í morgin tíðliga, tá ið in.fo avdúkar tey tilnevndu klokkan 8.30. Somu tíð verða umboð fyri FMA í Góðan Morgun Føroyar, har tey tilnevndu eisini verða avdúkað.