Eftir steðg kom Leila av Reyni á pall og byrjaði seinna partin av FMA við góðari framførslu, ið fekk fólkið við.
Síðani handaði Barbara Samuelsen, Kringvarpið, heiðursløn í bólkinum Ársins Framleiðari.
Baroli Music vann heiðurin : Ársins framleiðari.
Teir báðir takkaðu teimum, ið høvdu stuðla teirra dreymi.
Sigga Vang handaði heiðursløn fyri besta sjónbandalag.
Greta Svabo Bech vann heiðurin fyri ásins videolag. Avvarðandi tók ímóti og takkaði teimum, ið høvdu gjørt hetta møguligt. Sum so mangir av vinnandi føroysku tónleikarunum, so var eisini Greta stødd úti í heimi.
Síðani kom Allan Tausen á pall og framførdi.










